Eftir at hava hoyrt býráðsformannin, Jan Christiansen, úttala seg í Útvarpi Føroya um, at bíðilistin er burtur, vilja vit gjarna gera nakrar viðmerkingar.
Vit fegnast um, at býráðið hevur raðfest at fáa fleiri stovnar, og at man hevur sett sær sum mál at fáa bíðilistan burtur. Vit eru tó sera hørm um mátan, býráðið hevur valt at røkka hesum málum.
Tað undrar okkum, at ongin setur spurnartekin við, hvussu Tórshavnar Býráð hevur fingið bíðilistan burtur.
Hóast fleiri stovnar eru bygdir, hevur býráðið óbeinleiðis trýst nakr-ar stovnsleiðarar at taka fleiri børn inn, enn normeringin og trygdin loyvir.
Víkir man frá vanligum mannagongdum og ásettum normum, bert fyri at røkka sínum vallyftum?
Eitt nú eru stovnar ið hava havt eina áseting í 20 ár, sum nú brádliga verður broytt. Hvussu ber tað til, at tað í ár rúmast fleiri børn inni á stovnunum enn undan-farin ár? Ella hvussu kann ein nýggjur stovn-ur hava eina áseting í fjør, og eina aðra í ár?
Hvussu kann man, sum starvsfólk vita, hvørjar treytir, man er settur undir?
Eisini hevur býráðið broytt vøggustovualdurin til 2 1/2 ár - ístaðin fyri 3 1/3 ár! Hetta førir við sær, at býráðið sparir nógvar pengar. Spurningurin er bara, hvat hetta hevur at siga fyri børnini.
Tað undrar okkum, at býráðið velur at gera so stórar broytingar uttan at tryggja sær at tørvurin hjá børnunum verður settur í hásæti. Eftir okkara tykki er tað stórur munur á at vera 2 1/2 ár og 3 1/2 ár.
Nógv børn sum eru millum 2 1/2 og 3 1/2 ár brúka blæu og hava tørv á at sova um dagin. Tey hava trupult við at lata seg úr og í klæðir sjálvi, og hava tørv á tættari vaksnum sambandi enn børn, sum eru eldri. Ikki øll børn í hesum aldri hava eitt nóg gott mál til at kunnu siga, hvat teimum tørva og hvørji ynski tey hava. Tey hava ikki bindindi at sita og lurta, ella fata tá felags boð verða givin. Ferðin er ein onnur í barnagarðinum og kappingin er ógvuliga hørð um tey fáu vaksnu, sum eru í barnagarðinum. Eitt nú er tað uml. 1 vaksin til 3,3 barn í vøggustovum, ímeðan tað í barna-gørðum er uml. 1 vaksin til 6,8 barn.
Tí meta vit hesa broyting vera pedagogiskt óforsvarliga, um hugsað verður um ta sunnu menningina og trivnaðin hjá barninum.
Vit vita, at Tórshavnar Býráð hevur ein trivnaðarleiðara, men vit kundu hugsað okkum at vita, hvørja uppgávu hesin leiðarin hevur. Eftir okkara tykki verður als ikki tikið støði í trivnaðinum - hvørki hjá børnum ella vaksnum, ið hava sín gerandisdag á hesum stovnum!
Vit pedagogar og hjálparfólk, sum eru um hesi børnini í gerandisdegnum, vilja við hesum gera vart við, at tað ikki er nøktandi at byggja fleiri stovnar, um man ikki vil raðfesta at gjalda fyri tað, sum tað kostar at skapa trygd og trivnað á hesum stovnum.










