Bíðilisti til frískúlan á Velbastað

Undir verandi umstøðum hevur skúlin ongan møguleika at bjóða næmingum í 7. flokk

Frískúlin á Velbastað hevru verið til í fimm ár, og tey, sum byrjaðu í 1. flokki, fara nú í 6. flokk.
Men tá ið hetta skúlaárið verður av næsta summar, mugu tey børnini fara í vanliga fólkaskúlan.
Frískúlin hevur roynt at funnið onnur og størri høli í Havn, men tað hevur ikki eydnast. Skúlin heldur fram á Velbastað, og sum er, eru ongar ætlaninir um at taka inn 7. flokk næsta skúlaár aftur.
Lógin sigur annars, at frískúlar skulu hava næmingr upp í 7. flokk, men undantøk kunnu gerast.
- Sjálv haldi eg, at tað ikki geranakað, tí fyri mær hóskar 7. flokkur hóskar saman við framhaldsdeildini, tí tá byrja næmingarnir at hava lærugreinar sum evnafrøði og alifrøði. Hetta er tó ikki hugsanin hjá skúlanum, men hjá mær persónliga, sigur Sharon Weiss, sum saman við Eyðbjørg Dalsgaard rekur skúlan.
Tær báðar leggja dent á at hava ein lítlan og góðan barnaskúla, sum hevur annað at bjóða enn fólkaskúlin. Hugsanin var at hava ein 0-ta flokk, men tað fekst ikki stuðul til.
Børnini eru í flokki alt eftir, hvussu tey eru fyri. Tí hendir tað, at børn ganga í sama flokki tvey ár á rað.

60 næmingar
Skúlin byrjaði við at taka 15 næmingar inn, og komandi skúlaár fer næmingatalið at liggja um 60 í seks flokkum.
Upptøkureglurnar siga, at skúlin tekur ímóti stsytkjum hjá vrandi næmingum. Børn við serligum tørvi hava forrætt, men skúlin megnar tó ikki at taka ímóti børnum við serligum tørvi. Skúlin vil helst hava á leið líka nógvar gentur sum dreingir.
Frískúlin á Velbastað hevur ongar trupulleikar við at fáa nóg mikið av næmingum. Tvørturímóti er bíðislisti, og onkur foreldur vilja so fegin hava síni børn í hendan skáln, at tey skriva børnini upp sum pinkubørn. Tey yngstu á listanum eru fødd í ár, sigur Sharon Weiss. Tað kann loysa seg at skriva børn á bíðilista, tí ein ávís flyting er altíð.