Bíðilisti eftir íbúð á Kráarbrekku

Klaksvík: Nú sjey ár eru liðin síðani fyrstu fólkini fluttu inn í alternativu íbúðurnar á Kráarbrekku, er ein farin undir at fyrireika næsta byggistig.

Í fyrra umfarinum var talan um 24 slíkar íbúðir, men í hesum seinna umfarinum er talan um 28.

Klaksvíkar kommuna er nú farin undir hesar fyrireikingar. Sambært nýggja MBF-blaðnum er stórur áhugi fyri hesum íbúðunum.

Í løtuni standa 100 fólk á bíðilista.