Sunnudagin 26. november klokkan 16 - tað er í morgin - verður aftur hugnaløta á Báta- og Listasavninum í Leirvík, har Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittara fara at hava konsert.
Tónleikaskráin fyri tiltakið er fjølbroytt við bæði stillisligum og inniligum tónleiki, men tað virtuosa og bergtakandi verður heldur ikki gloymt.
Ólavur Jakobsen hevur lagt fleiri nýggj løg til rættis til hesa konsertina.
Vit fara aftur at hoyra tónleik hjá Jóannesi Joensen, umframt eina nýggja útgávu fyri violin og gittara av yndisliga lagnum "Walking in the Air” úr teknifilminum "The Snowman”.
Sjálvandi eru teir góðu gomlu, Schubert, Grieg og Bach, eisini við. Tey tónaskøldini eru eisini í skjáttuni, tá Monika og Ólavur í mars fara til Sveits á konsertferð.
Á Báta-og Listasavninum í Leirvík í morgin verður tónleikur úr øllum heraðshornum við livandi frásagnum og eftir konsertina, sum varar ein slakan tíma, verður hugnaløta á hugnaliga savninum.