Bæði vilja reisast

Líkt er til, at bæði Atli Danielsen og Todi Jónsson vera við, tá KÍ skal koma aftur á beint, og hjá NSÍ er landsliðsleikarin Jann Ingi Petersen tøkur aftur

Tað eru tvey lið, ið bæði ynskja at reisa seg, eftir tap seinasta vikuskiftið.

Við trimum stigum kunnu klaksvíkingar leggja seg ájavnt í stigum við B36, um hesir tapa fyri AB í Gundadali. Tað er heldur ikki óhugsandi, at tað fer at bera til hjá KÍ, men á leikaralistanum er kortini framvegis fleiri ivamál.

Fyrst og fremst hevur Kristoffur Jakobsen ligið sjúkur alla vikuna, tí er ivasamt hvussu verður við honum. Og so eru tað Atli Danielsen og Todi Jónsson. Fyrstnevndi gjørdist skaddur í fótinum í landsdystinum mikukvøldið, men hevur síðani roynt at runnið, so tað er ikki óhugsandi, at hann verður við KÍ sunnudagin. Tað sama er galdandi fyri Toda Jónsson, sum valdi ikki at vera við seinast fyri ikki at gera ilt verri. Honum rokna tey eisini við í Klaksvík sunnudagin.

Teir báðir Erland B. Danielsen og Ivan Joensen, sum hava verið úti í nakrar vikur, eru framvegis ikki tøkir.


Landsliðsleikari við aftur

Hjá NSÍ stendur nakað væl betri til í so máta. Jens Joensen hevur ikki vant í vikuni vegna skaða, hann fekk í 1. deildardysti mánakvøldið. Hinvegin er Jann Ingi Petersen aftur tøkur, eftir at hann var leikbannaður seinasta dyst.

Eisini Karoly Potemkin er við fyri fullari orku, so Pauli Poulsen hevur eitt so at siga fullmannað lið, tá KÍ vitjar.