Bæði vildu vinna

Annika Niclasen í SÍ var ein av fegnu og stórsmílandi spælarunum, ið øll vildu heilsa uppá og ynskja tillukku.
– Hetta var ótrúliga deiligt. Nú bleiv tað eisini ein heilt annar dystur í dag, tí bæði lið kempaðu fyri lívinum og vildu bæði tvey vinna. Tí var tað stuttligari at spæla í dag – fyri ikki at tosa um at vinna, segði hon.
Tá vit tosaðu við hana, var framvegis mansfinalan eftir, so hana máttu SÍ-kvinnurnar sjálvandi síggja, men annars ljóðaði ikki, sum tann stóra feiringin fór at verða beinanvegin:
– Eg veit ikki, hvussu nógv vit gera burturúr nú, men næsta vikuskiftið er SÍ-veitslan, so tá fara vit í øllum førum at gera nakað burturúr, segði Annika Niclasen.