- Hetta var ikki ein vanligur dystur, tvey mál innan teir fyrstu fimm minuttirnar er ikki nakað, ið er vanligt fyri nakað av liðunum, segði hann. Men talan var uttan iva um tvey lið, ið veruliga royndu og ynsktu at vinna. Bæði hava nógv at berjast fyri og spenningurin er stórur.
HB stóðu seg betri í fyrra hálvleiki, men alt gekk ikki sum tað skuldi eftir hálvleikssteðgin. Tá gestirnir megnaðu at veruliga trýsta teir, men heppið var at einki fór innum. Spurdur um framtíðarvónirnar hjá HB, so ynsktu teir silvur. Ikki tordi hann at siga at teir livdu uppá vónina, av tí, ið hendi fyri tveimum árum síðan.