Bæði VB og B68 mistu

Leingi var viljin at vinna minni enn óttin fyri einki at fáa burturúr

 

VB-B68 1-1 (0-0)


Fótbóltur


Meistaraliðið úr Vági og toftamenn eru væl við í kappingini um bronsukrónurnar, sum eisini kunnu fara at vísa seg at hava altjóða luttøku við sær.

Hjá báðum pørtum var tað týdningarmikið at fáa fult á Vágseiði sunnudagin, men tað var eisini felags fyri bæði liðini, at tey av øllum alvi vildu byrgja fyri, at mótstøðuliðið fekk mál og harvið fór avstað við øllum trimum stigunum.

Serliga í 1. hálvleiki sást hetta væl. Stríðið um miðvøllin var stórt, nærdystirnir vóru nógvir, og ferðin var ofta góð, men málmøguleikarnir vóru ikki nógvir í fyrra umfarinum, tá B68 bara hevði Súna Fríða Johannesen á toppinum (Marcello sum higartil í ár bara hevur verið ein skuggi av tí, sum hann vísti í fjør, byrjaði á beinkinum).


Popczynski týdningarmikil

Eftir steðgin kom VB venjarin, Popczynski, á vøllin. Hann hevur verið so mikið skaddur, at hann ikki hevur hildið seg til at spæla.

Hesa ferð setti hann seg sjálvan á vøllin, men VB vildi ikki spenna álopsbogan hægri enn so, enn at hann tók Robert Cieslewic út.

Popczynski setti meiri ferð í framrættaða spælið hjá VB, sum trýsti B68 verjuna, men teir megnaðu ikki at fáa mál hjá Kjartani Nesá, sum hesa ferð vardi toftamálið. Ein stútari dygst framvið málinum var tað næsta.

Í staðin vóru tað gestirnir, sum fingu mál. Marcello, sum var komin á vøllin fyri unga miðvallaran, Jann Inga Petersen, var við í uppspælinum. John Heri Dam sendi væl innfyri úr vinstru, og Súni Fríði Johannesen var fyrstur á og stútaði framvið Bjarna Johansen.

B68 málið hevði við sær, at heimaliðið setti uppaftur meiri trýst á álopsketlarnar. Og tað eydnaðist at javna. Eftir fleiri hornaspørk var Popczynski púra blankur mitt fyri málinum, og so var lag á manni at seta krúllin undir bóltin.

Vágbingar trýstu síðstu løtuna fyri at vinna, men tað var um reppið, at B68 fór við øllum. Súni Fríði Johannesen fekk ein góðan møguleika, men Bjarni Johansen vardi væl fyri í VB málinum.


Dysturin í tølum:

VB-B68 1-1 (0-0)

0-1: Súni Fríði Johannesen 64

1-1: Krzystof Popczynski 80

Dómari: Lassin Isaksen (KÍ)


VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Jón Gærdbo, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussen, Marek Wierzbicki, Tórður Holm, Jón Pauli Olsen ? Birgir Jørgensen, Robert Cieslewic

B68: Kjartan Nesá ? Hans Fróði Hansen, Jan Petersen, Messias Perreira ? Marlon Jorge, Jann Ingi Petersen, Jan C. Dam, Fróði Benjaminsen, John Heri Dam, Jákup Eli Olsen ? Súni Fríði Johannesen