Bæði valevnini siga seg hava vunnið

Limirnir í tí borgarliga UMP-flokkinum í Fraklandi hava atkvøtt um, hvør skal taka við formanssessinum eftir fyrrverandi forsetan Nicolas Sarkozy. Tveir menn stillaðu upp, Jean-Francois Copé og Francois Fillon, og í dag siga báðir seg hava vunnið formansvalið.

Francois Fillon, sum er fyrrverandi forsætisráðharri, heldur uppá, at hann fekk tær flestu atkvøðurnar, men Jean-Francois Copé og hansara stuðlar leggja hann undir valsvik. Teir vilja millum annað vera við, at í einum valdømi í París vóru fleiri atkvøður enn flokslimir.

UMP hevur ligið í formansloysi síðani í mai, tá Sarkozy legði frá sær eftir at hava tapt forsetavalið, og politiskir eygleiðarar í París siga, at formansvalið og ikki minst ósemjan um sjálvt úrslitið kann klúgva flokkin, sum longu er viknaður av innanhýsis ósemjuni.