HB – Skála:
Á heimavølli er líkamikið hvat mótstøðuliðið er, tí tá er ein sigur eitt krav. So greiður er liðformaðurin hjá HB, Jákup á Borg.
– Og tey trý stigini eru eisini tað, sum hevur fyrsta prioritet, staðfestir Jákup, sum sjálvandi vónar, at góða spælið eisini fylgir við.
Til uppgávuna í Gundadali sunnudagin er HB væl fyri. Einasti leikarin uttanfyri er Fróði Benjaminsen. Hann varð rikin av vølli í steypakappingardystinum móti ÍF herfyri, og er tískil leikbannaður sunnudagin. Tískil kemur tað væl við, at Rasmus Nolsøe er við at koma fyri seg. Hann hevur havt trupulleikar við lærkrikanum, og var ikki við í steypakappingardystinum í Fuglafirði. Men hóskvøldið vandi hann aftur við fullari ferð, og hann er eisini partur av hópinum, sum tekur móti Skála í Gundadali sunnudagin.
Pauli neyvan tøkur
Á Skála hevur venjarin John Petersen fleiri trupulleikar. Endaligu loyvini hjá teimum báðu nýggju útlendsku leikarunum ikki vóru komin í rætt lag á middegi í dag, og tí er tað ógvuliga ivasamt um roknast kann við teimum. Eisini er tað sera ivasamt, hvussu verður við liðformanninum Pauli G. Hansen, sum hevur havt trupulleikar við lærkrikanum. Hann er í bata, men John Petersen sigur seg ikki tora at rokna við Paula sunnudagin.
Harnæst má John Petersen síggja burtur frá fleiri øðrum leikarum, sum ikki eru byrjaðir at venja rættiliga enn, tí hondbóltsárið akkurát er endað.
Tí sær tað ikki meiri enn næstbest út á Skála, og spurdur ítøkiliga, hvat eitt gott úrslit hjá teimum er, svarar John Petersen speiskliga, at teir neyvan vinna stórsigur í Gundadali. Síðani verður tónin álvarsamari og John Petersen heldur soleiðis fyri:
– Vit vita fullvæl, at vit eru uppi ímóti einum av stórfavorittunum til gullið í ár. Men hóast talan eisini er um ein dyst á útivølli, so ætla vit okkum stig og eina góða byrjan upp á árið.