DANMARK 1. DEILD
Í Vejle eru teir bæði vónríkir og ikki so blíðir. Vónin kemst partvís av, at felagið í síðsta viku skrivaði sáttmála við ein høvuðsstuðul. Partvís kemst vónin av, at John Sivebæk, sum í áttati árunum var fastur á landsliðnum í høgru og eitt nú umboðaði Manchester United, sigur seg vera til reiðar at standa á odda fyri átaki, ið skal hava sum mál, at felagið fær lokala fíggjarliga innspræning, ið fer at hava við sær, at tað ikki verður neyðugt at leggja saman við nøkrum øðrum felag.
At teir ikki eru so blíðir kemst av ferðini til Keypmannahavnar í vikuskiftinum. Vejle var í Valby, har heimaliðið, Frem, vann 4?2. Christian Høgni Jacobsen var allar 90 minuttirnar á høgra vongverja. Jerry Brown skoraði málini hjá Vejle ? bæði til 1?1 og 2?1.
Í Vejle vóru teir alt annað enn blíðir. Støðan eftir fyrra umfarið var 2?2, og tá heimaliðið legði seg framum 3?2, vóru teir í Vejle sannførdir um, at maðurin, sum skoraði var í minsta lagið ein hálvan metur rangstaddur, men tað helt linjudómarin ikki.
Løtu seinni javnaði Peter Degn til 3?3 ? hildu teir í Vejle og dómarin. Men linjuverjin veittraði og segði, at Vejle spælarin hevði skorað við hondini. Tí varð málið kolldømt, málskjúttin fekk gult kort, og tá hann frammanundan hevði eitt á kontoini, so sá hann reytt. Vejle spælararnir vóru í øðini, og tað høvdu teir alla orsøk til. Eftir dystin søgdu teir í Frem, at tað var ein av verjuspælarunum hjá teimum, sum hevði stútað bóltin í egið mál!
Fram ímóti dystarenda vóru nógvir ljótir nærdystir og eitt sindur av ruðuleika, og Fram misti ein mann, áðrenn teir øktu til 4?2. Úrslitið hevði við sær, at Frem lyfti seg upp á triðja plássið. Teir hava 21 stig og eru eitt stig frammanfyri Vejle. Randers Freja var við 22 stigum næstfremst í gjár, tá teir skuldu spæla á útivølli ímóti HFK Sønderjylland.
Herfølge er oddalið í næstbestu deildini. Teir vóru í Horsens, har teir vunnu 2?1. Ølstykke er á fimta plássinum, eftir at teir á útivølli vunnu 4?2 í grannauppgerðini ímóti HIK.
Hvidovre er undir niðurflytingarstrikuni. Hesa ferð løgdu teir í Århus rygg til 4?0 tap ímóti FC. B93 tapti 5?1 í Fredericia, Skjold vann 3?1 á heimavølli ímóti B1909, og B1913 og Brønshøj spældu 1?1.