Búi Tyril: Eg umhugsi at stevna Sjúrður Skaale

Sjúrður Skaale og Búi Tyril eru av álvara endaðir í almennum orðadrátti um dulnevnda faldaran, sum varð borin í hvørt hús í gjár. 

 

 

Faldarin viðgerð politikarar og teirra leiklut í mun til Kringvarpið, eins og Kringvarpið verður viga á ymiskum skálum. 

 

Les eisini: Skaale: Eg veit hvør avsendarin er

 

Sjúrður Skaale skrivaði í gjár eitt hvassorðað lesarabræv, har hann legðist eftir Búa Tyril fyri sín leiklut í faldaranum. Búi Tyril vísir tó skuldsetingunum aftur og sigur, at hann einans hevur umbiðið prent og útbering fyri dulnevnda kundan - og einki annað. Men Sjúrður Skaale vísir á, at Búi Tyril her fær pening fyri at verða garðurin, sum verjir teir, sum standa aftanfyri dulnevndu lortaspannina, sum hann tekur til. 

 

 

 

Búi Tyril sigur í viðmerking við in.fo í dag, at hann umhugsar at stevna Sjúrður Skaale fyri ærumeiðing fyri lesarabrævið her: Og maðurin við lortaspannini er: Búi Tyril

 

 

Les eisini: Búi Tyril: Hatta var groft av Sjúrði