Bæði toskur og hýsa skulu til

- Skal útróðurin roynast, er neyðugt, at útróðrarbátar bæði fáa tosk og hýsu - og ikki bara annað fiskaslagið, sigur 69 ára gamli, Kjartan Joensen í Leirvík.

Kjartan Joensen, sum í nógv ár var vinnulívsmaður og skipari, hevur seinastu árini róð út. Hann hevur ein Awi Star útróðrarbát, sum er 42 føtur, og tá løtur eru, er hann á útróðri.

 

Hann og bátsfelagi hansara plaga at fara við eini 30-36 stampum, men Kjartan Joensen letur illa at gongdini fyrr í heyst. Men, tá tíðin nærkaðist jólum, bragdaði nakað, heldur hann fyri.

 

- Tað var steindeytt við fiski í heyst, og tú fekst valla fyri agn. Nakað undan jólum gjørdist fiskiskapurin frægari, og higartil í ár hevur nakað verið at fingið. Hetta skuldi eisini verið besta fiskitíð, sum vónandi fer at halda sær nakað langt út á várið.

 

Kjartan Joensen heldur eisini, at tendensurin er nakað betri nú, enn hann hevur verið. Skal útróðurin roynast, er neyðugt, at útróðrarbátar bæði fáa tosk og hýsu - og ikki bara annað fiskaslagið.

 

- Eg síggi á tølunum, at bátarnir aftur hava fingið hýsu, og tað er positivt. Setur, sum ikki geva meira enn eini 50 til 70 pund á stampin, loysa seg slett ikki. Tá verður tú fátækari við at loysa enn at liggja, sigur 69 ára gamli, Kjartan Joensen.