Ein dystur verður á skránni í Atlantic Airways deildini hjá monnum mikukvøldið, tá Kyndil tekur ímóti KÍF. Júst hesi bæði liðini liggja í tyngra endanum á stigatalvuni, men gongdin hevur verið tann rætta hjá báðum liðunum síðstu dystirnar.
Kyndil, sum at kalla altíð er at finna í oddinum í føroyskum manshondbólti, hevur fingið eina stak vánaliga byrjan upp á kappingina. Stóran part av árinum hava teir ligið aftast, men seinast vunnu teir seg av aftasta plássi við sigri hoyvíkingum. Við sigri á KÍF mikukvøldið kunnu teir vinna seg enn eitt pláss longur fram á stigatalvuni. Kyndil hevur allar mans tøkar til dystin, og Ragnar Stakksund sigur, at teir ætla sær bæði stigini í dystinum ímóti KÍF.
- Vit fara heilt víst eftir sigrinum ímóti KÍF. Vinna vit henda dystin, so kunnu vit koma enn longur fram, og tað er sjálvandi málið. Seinast vunnu vit á H71, og tá haldi eg, at vit sóu glimt av rætta kyndlaliðnum, so vónandi klára vit at halda gongdini frá tí dystinum.
Gongdin hjá KÍF hevur eisini verið tann rætta síðstu dystirnar. Teir fingu, líka sum Kyndil, eina stak ringa byrjan upp á kappingina, men nú tykist spælið koyra væl hjá kollfirðingum. Vinna teir dystin ímóti Kyndli, so kunnu teir spakuliga byrja at hyggja upp eftir stigatalvuni.
Vit frætta úr Kollafirði, at allir mans eru tøkir til dystin uttan Patur Martin Poulsen, sum fekk reyða kortið síðsta dyst. Teir ætla sær eisini eftir báðum stigunum á Hálsi mikukvøldið, og tí kunnu vit vænta ein spennandi dyst í millum tvey lið, sum ætla sær longur upp á stigatalvuni.