Tað vóru tekniskir trupulleikar og menniskjalig mistøk, sum gjørdu, at eitt ferðamannaflogfar hjá franska felagnum Air France datt niður í Atlantshavið í 2009. Tað er niðurstøðan í drúgvari frágreiðing, sum teir fronsku loftferðslumyndugleikarnir løgdu fram í dag.
Flogfarið, sum var av slagnum Airbus A330, var á veg úr Rio de Janeiro til París við 228 fólkum umborð, tá tað datt niður. Øll doyðu.
Saman við niðurstøðuni hava fronsku loftferðslumyndugleikarnir 25 tilmæli um betri trygdarviðurskifti, og tey koma afturat teimum 25 tilmælunum, sum altjóða loftferðslufelagsskapurin kom við í juli í fjør.
Í frágreiðingini stendur, at ferðmátararnir í flogfarinum, sum franska fyritøkan Thales hevði gjørt, virkaðu ikki, og hesir ferðmátararnir eru heldur ikki í Airbus-flogførum longur.
Formaðurin í kanningarnevndini segði á tíðindafundi, at manningin á flogfarinum hevði ikki tamarhald á støðuni, og nevndin sigur tað vera umráðandi, at flogskiparar verða betri skúlaðir til at hava tamarhald á ferðafólkinum, tá okkurt óvæntað hendir.