Bæði taptu

Kappingarnevndin hjá FSF tók fríggjadagin støðu til kærumálini, sum NÍF og Fram hvør í sínum lagi høvdu sent inn um sínamillum dystin næst seinasta leygardag. Ein dystur, har báðir partar ákærdu mótpartin fyri nýtslu av ikki-skrásettum spælarum.
Og sum so fingu bæði feløgini viðhald í síni kæru. Kappingarnevndin gjørdi nevnliga av, at hvørgin parturin skuldi halda fram í kappingini, og soleiðis fekk KÍ frí hetta vikuskiftið. KÍ skuldi annars á heimavølli spæla móti vinnarunum av dystinum millum tey bæði liðini.