Bæði skulu fáa gongd á

Bæði Kyndil og Neistin hava brúk fyri báðum stigunum, tá liðini møtast í Atlantic Airways deildini hjá monnum sunnudagin. Nú fáa tey eisini høvi at leggja rokdystin síðst í desember aftur um seg

Seinast Kyndil og Neistin møttust, endaði alt í einum ræðiligum ruðuleika. Dómarar, leikarar, hjálparfólk og áskoðarar vóru mest sum í einum roki, og endin av tí heila var, at rokið bleiv flutt yvir á skrivaraborðið hjá Hondbóltssambandinum. Her bleiv Hans Áki Dal Christiansen fyrst dømdur leikbann í tríggjar dystir av kappingarnevdini, men seinni bleiv dómurin ógildaður av dómsnevndini.
Nú møtast tey bæði havnarliðini so aftur í 2. umfari av endaspælinum. Undan dystinum liggur Neistin á triðja plássi, meðan Kyndil liggur aftast í bestu mansdeildini.
Gongdin hjá teimum báðum hevur ikki verið tann besta síðstu dystirnar. Bæði fingu eina keðiliga byrjan uppá endaspælið, tá Kyndil tapti fyri H71, meðan Neistin tapti fyri KÍF, so nú ræður um hjá báðum at finna rætta stevið aftur, soleiðis at tey kunnu fáa nøkur stig inn á kontoina.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Neistin hevur havt munin
Tvær ferðir møttust hesi bæði liðini í grundspælinum, og samanumtikið hevur Neistin havt munin á teimum grønu. Fyrra dystin vann bláa havnarliðið nevniliga trygt, meðan seinna dysturin endaði við javnleiki. Undan dystinum má Neistin tó metast at vera favorittur, men nú fær Kyndil so ein triðja møguleika at royna at vinna á Neistanum í ár. Vinna teir dystin, so kunnu teir leggja seg ájavnt við Neistin, men vinnur Neistin dystin, so er Kyndil rættiliga afturúr siglt í stríðnum um heiðurmerki.