Upptakt Stjørnan-VB:
Stjørnan og VB eru tey bæði liðini, sum elta oddaliðið, Neistan. Munurin í millum liðini er ikki tann heilt stóri, tí Stjørnan er bert eitt stig aftanfyri Neistan, meðan VB hevur trý stig upp til oddalið.
Leygardagin bresta so hesi bæði liðini saman í KÍ-høllini, og her er sjákvandi umráðandi at vinna hjá báðum pørtum fyri ikki at tapa týðandi fet í oddastríðnum.
Stjørnan hevur verið oddalið í alt árið, men í seinasta dystinum taptu tær fyri Neistanum. Gongdin hjá teimum hevur annars verið góð í ár, og serliga á heimavølli hava tær góð úrslit at vísa á. Her hava tær spælt tríggjar dystir, og í øllum teirra hava tær vunnið sannførandi.
Hjá VB hevur ikki gingst eins væl og hjá Stjørnuni. Tær fingu eina minni góða byrjan uppá kappingina, og eftir tríggja dystir høvdu tær bara tvey stig. Síðani tá hevur gingið betur, men í síðsta dystinum máttu eisini tær lúta fyri Neistanum, tá Neistin vann stórsigur í Vági.
Hesi bæði liðini hava møtt hvørjum øðrum einaferð fyrr í ár, tá VB tók ímóti Stjørnuni. Tann dystin vann VB sannførandi. Nú hava tey bæði tó tapt teirra síðsta dyst, og tí skulu tey royna at koma á beint aftur. Stjørnan má tó metast at vera stórur favorittur eftir tríggjar sannførandi heimasigrar í ár, men VB hevur tó fyrr í ár víst, at tær kunnu leypa hvøkk á Stjørnuna.