Bæði sólbrillur og gummistúvlar á G!

"Inntil víðari hevur festivalurin verið genialur," sigur Gunnvør Hvalsrætt.

 

"Ja," sigur Kristvør Andreasen, "veðrið hevur eisini verið betri enn væntað. Men hinvegin so búgva vit í Føroyum, so man má vera fyrireikaður upp á eitt sindur av hvørjum."

 

"Faktist hava vit garderað okkum fyri øllum veðri. Í kuffertið hava vit pakkað sólbrillur og sólkrem, samstundis sum vit hava pakkað regnklæði og gummistúvlar," sigur Randi Karlotsdóttir.

 

"Inntil viðari hava vit sitið á teltøkinum og hugnað okkum. Men nú fara vit oman at lurta eftir Fallulah. Eg trúgvi, at tað verður mega gott," sigur Hanus Christophersen.

 

Burtursæð frá tónleikinum á festivalinum eru tey fýra vinfólkini serstakliga spent upp á tann heita pottin, sum heilt vist skal roynast í morgin.