Bæði Ritan og Súlan liggja

Siglingin hjá Strandfersluna millum Hvannasund og Fugloy og Svínoy er hart nervað av óhappum.

Fyrst bar Ritan við land á Kirkju fyri hálvari triðju viku síðan og misti róðrið. Nú eru eykalutirnir komnir til landi, og Ritan verður væntandi tikin upp á beding í Klaksvík í morgin.

Strandferðslan vónar, at Ritan aftur kann fara í sigling upp til vikuskiftið.

Tá ið Ritan ikki kundi sigla, varð Súlan sett at røkja sigling hennara. Men seinasta fríggjadag fekk Súlan eisini skaða. Tann skaðin kann umvælast, meðan skipið liggur í Hvannasundi, og Súlan verður somuleiðis væntandi liðugt umvæld til vikuskiftið.

Teistin skuldi koma aftur í sigling um Skopunarfjørð í dag, men arbeiðið við at umvæla Teistan er ikki liðugt enn.

Meira um Teistan seinni.