NSÍ og HB renna í løtuni aftaná oddaliðnum, EB/Streymi, sum ikki hevur fingið stig í seinastu tveimum landskappingardystunum. Fjarstøðan til nærmastu kappingarneytarnir er tó ikki økt, og í seinasta dystinum undan summarsteðginum kann annað av liðunum vinna týðandi stig í stríðnum um gullið.
Tvey mál fleiri
Undan seinasta vikuskifti hevði NSÍ ikki tapt í seks landskappingardystum. Góða úrtøkan seinastu vikurnar fekk runavíkingar aftur í stríðið um heiðursmerkini.
Johan Nielsen, venjari, staðfestir, at ósigurin fyri Víkingi við Løkin fríggjakvøldið ikki hevur fingið keðiliga ávirkan á hópin. Fyrireikingarnar vóru alt fyri eitt vendar ímóti komandi uppgávuni: HB á heimavølli.
- Tað er eingin einstakur leikari, sum vit serliga skulu ansa eftir. Sum ein heild eru HB sera sterkir, og á øllum plássum noyðast vit at vera til reiðar. Grundarlagið fyri einum sigri er at skjóta fleiri mál enn mótstøðuliðið, og tað ætla vit sjálvsagt eisini, sigur Johan Nielsen, sum ikki vil avdúka nakað um uppleggið.
Í farnu viku skiftu bæði Jónas Þór Næs og Karoly Potemkin til NSÍ. Hvørja ávirkan kunnu teir fáa framyvir?
- Teir fara í øllum førum at spæla. So fáa vit at síggja, staðfestir hann.
Johan Nielsen hevur allar sínar mans tøkar, uttan Aco Pandurovic, sum sá beinleiðis reytt í dystinum móti Víkingi.
Hugsa ikki um avleiðingar
Eftir fleiri vikur, har úrslitini ikki vóru nøktandi, kom HB aftur á beint um vikuskiftið við knúsandi stórsigri á B68 í Gundadali. Jákup á Borg staðfestir, at fyrireikingarnar av tí sama hava verið betri.
Men kann ein ósigur í Runavík ikki fáa ógvusligan baksláttur?
- Tað hugsa vit als ikki um. Vit ætla okkum trý stig, ella í ringasta føri ein javnleik. Styrkin hjá okkum er í framrættaða spælinum, og hóast tað ikki altíð riggar serliga væl, so verður tað ein týðandi partur av upplegginum, sigur landsliðsleikarin.
Jákup á Borg noyddist sjálvur av vøllinum móti B68 við skaða í lærkrikanum, men væntandi verður hann við í morgin. Rasmus Nolsøe verður ikki við, orsaka av skaða. Dysturin verður við Løkin í Runavík kl. 19.00.