Sum spælari var Ancelotti á liðnum í 1989 og 1990, tá Milan vann Europa Cup. Og eisini var hann venjari, tá tað í 2003 eydnaðist at vinna á Juventus eftir brotsspørk.
Umframt Ancelotti eru tríggir aðrir venjarar, ið hava vunnið heitið sum venjari og spælari. Nevnliga italski Giovanni Trappatoni og teir báðir hollendingarnir, Frank Rijkaard og Johan Cruyff.