Tvøramenn liggja aftast á stigatalvuni í Formuladeildini, og um uppflytararnir ikki ætla sær niðar aftur í næstfremstu deildini, ræður tað um hjá teimum nú at tryggja sær nøkur stig. Hesi stig skulu serliga koma á heimavølli, og tí er ógvuliga umráðandi hjá TB at fáa stig burtur úr dystinum móti NSÍ sunnudagin.
Zivkovic leikbannaður
TB hevur at kalla alt sítt fólk tøkt til dystin móti runavíkingum. Verjuleikarin Predrag Zivkovic fekk gult móti HB seinasta sunnudagin, og hann er tí leikbannaður til dystin móti NSÍ. Harafturat er Bárður Dimon, sum hevur verið á liðnum seinastu vikurnar, farin aftur til Danmarkar, har hann er búsitandi.
Tá ið TB vitjaði í Havn seinasta vikuskifti, var Emanuel Larby ikki við í hópinum, men á Tvøroyri rokna teir við, at hann verður við sunnudagin.
NSÍ hevur eisini tað mesta av sínum fólki tøkt. Framherjin Ike hevur tó framvegis leikbann, men hann verður tøkur aftur næsta vikuskifti. Sjúrður Jacobsen er komin við aftur í hópin, og í vikuni fór Gert Langgaard undir aftur venjingina, eftir at hann hevur verið úti við skaða bróðurpartin av hesum kappingarárinum. Gert verður tó neyvan við í hópinum á Tvøroyri.
NSÍ hevur seinastu tvey umførini bast bæði HB og B36 við Løkin, og teir eru nú av álvara farnir at nærkast oddinum. Um teir av álvara ætla at blanda seg upp í oddastríðið, krevur tað eisini, at teir vinna á TB sunnudagin.










