Upptakt
Tað eru tvey lið, ið eru rættuliga svong eftir stigum, sum fara á vøllin í Runavík sunnudagin í einari rættuligari grannauppgerð. Bæði NSÍ og B68 hava fingið eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið, og tí er alneyðugt hjá báðum liðum at ogna sær stig. Dystirnir millum NSÍ og B68 plaga at verða rættuliga javnir og spennandi, og sunnudagin verður neyvan nakað undantak.
B68 nýggjan málmann
Runavíkingar hava ongan leikara skaddan, og heldur ikki er nakað leikbann. Sigurin á GÍ í fjórðingsfinaluni seinasta vikuskifti hevur bøtt munandi um hýrin í hópinum, og tað er einki at ivast í, at NSÍ ætlar sær øll trý stigini móti toftamonnum. Ein av leikarunum hjá NSÍ, Helgi L. Petersen, sigur, at nú er tað eitt krav at fáa nøkur stig, tí alt annað er ikki gott nokk.
Á Toftum hava teir fingið eina enn verri byrjan upp á árið, enn hvat grannarnir í Runavík hava. B68 hava tapt báðir teir fyrstu dystirnar, og fyri at gera ilt verri, er sterki málverjin hjá B68, Albert Svævarsson, fara heim aftur til Íslands av persónligum orsøkum. Sum skilst á Toftum, bendir alt á, at tað verður Mortan Hansen, ið stendur millum stengurnar, tá ið dysturin í Runavík verður bríkslaður í gongd sunnudagin. Hinvegin kunnu toftamenn fegnast um, at teir ongan mans hava skaddar ella leikbannaðar í løtuni.