Bæði liðini skerd

Tað eru tvey skerd lið, ið fara á vøllin í Gundadali í dag, tá ið HB og VB hittast í seinnu hálvfinaluni. Bæði liðini noyðast at verða týðandi leikarar fyriuttan.

Oddadysturin í landskappingini ímóti NSÍ mikukvøldið kom at kosta HB dýrt, tá ið hugsað verður um hálvfinaluna í steypakappingini. Verjuleikarin Janus Joensen fekk reyða kortið, og tað sama gjørdi liðskiparin og miðvallargeneralurin Rúni Nolsøe, og tískil er oddaliðið í 1 deild munandi skert undan hálvfinaluni ímóti vágbingum.

Venjarin eisini ivasamur
Umframt teir báðar leikbannaðu er eisini ivasamt, um leikandi venjarin hjá HB, Heine Fernandez, verður førur fyri at spæla í dag. Hann hevur leingi drigist við trupulleikar í rygginum, og dysturin mikukvøldið gjørdi ikki støðuna betur. Harafturat fekk vandamikli danin ein snudd í andlitið í dystinum ímóti runavíkingum, og tað verður mett ógvuliga ivasamt, um hann verður við á liðnum í dag.
Lítið man verða at ivast í, at tað verður unglingaleikarin Rasmus Nolsøe, ið skal avloysa Janus Joensen á vinstra bakki. Janus hevur júst verið skaddur nakrar dystir, og tá spældi Rasmus á hesum plássi. Hinvegin er tað eitt sindur meiri ivasamt, hvør ið skal avloysa Rúna Nolsøe á sentrala miðvøllinum. Ein møguleiki er, at unglingaleikarin Rókur Jespersen kemur inn á liðið ella kanska Emil Nolsøe Leifsson, ið eisini er unglingaleikari. Ein annar møguleiki er, at Rógvi Jacobsen verður fluttur aftur á miðvøllin, og at Hendrik Rubeksen so kemur inn í álopið.

Eingin litavi við hjá VB
Hjá VB sær tað hampuliga gott út við fólki. Tó hevur litaviski áleyparin, Mindaugas, leikbann í hálvfinaluni, og landsmaður hansara í verjuni, Dalius, verður heldur ikki við á liðnum hjá VB í dag. Dalius gjørdist herfyri álvarsliga sjúkur, og eftir ein mánað sjúkralegu fór Dalius mikudagin heim til Litava at koma fyri seg. Í Vági siga tey, at tað er ivasamt, um Dalius kemur aftur til Føroya. Hinvegin er Mortan úr Hørg aftur tøkur hjá venjaranum, og tað er ein styrkur fyri liðið.
Vágbingar hava góðar vónir undan dystinum, og tá ið VB fyrr í ár var á vitjan hjá HB í Gundadali í landskappingini, var talan um ein sera javnan dyst, sum HB vann 2-1, hóast tað eins væl kundi verið vágbingar, ið fóru avstað við sigrinum. Hinvegin hevur tað gingið sera væl hjá HB í landskappingini seinastu umførini, meðan tað hevur verið eitt sindur óstøðugt hjá VB. Á jóansøku seinasta vikuskifti noyddust vágbingar at lúta 2-4 fyri GÍ vesturi á Eiðinum, og tað úrslitið ætla vágbingar at koyra í gloymibókina við einum sigri á HB.
Havnarmenninir vilja eisini gera nógv fyri at tryggja sær Løgmanssteypið, tí HB, sum nærum hevur verið einaráðandi í føroysku steypakappingunum, hevur ikki vunnið kappingina síðani 1998. Tvær ferðir síðani tá hevur havnarfelagið verið í finaluni, men í 2000 noyddust teir at lúta fyri GÍ, og í 2002 vóru teir koppaðir av NSÍ.