Bæði kirkjur og samkomuhús eiga at fáa MVG-afturbering

Leingi hevur verið tosað um at eggja sjálvbodnum ítróttar-, skóta- og mentanarfelagsskapum at fremja nakrar av teimum skilagóðu byggiætlanum, sum tey hava arbeitt við og savnað pening saman til leingi – ja í fleiri ár.

Eg veit at nógvar av verkætlanunum eru bæði góðar og mennandi fyri trivnaðin, ítróttin og mentanina á staðnum. Men vit hava havt alt ov lítlar játtanir til at stuðla upp undir sjálvbodna byggivirksemið.?Nú eru so útlit til, at ein lóggáva um afturbering av MVG-útreiðslum til bygging av ikki vinnuligum og almannagagnligum verkætlanum verður samtykt í Løgtinginum. Eitt sera gott ískoyti, ið tryggjar, at fleiri av hesum projektum kunnu gerast veruleiki – bæði í miðstaðarøkinum og á bygd. ?Men enn eru kirkjurnar ikki slopnar upp í part. Og tað haldi eg so avgjørt, at tær eiga at koma. Samkomuhús eru nevnd í viðmerkingunum til lógina. ?Til tess at tryggja, at øll tey sjálvbodnu verða líka fyri lógini, havi eg loyvt mær at skjóta upp fyri fíggjarnevndini, at bæði kirkjusóknir og samkomur verða beinleiðis nevnd í lógini um afturbering av MVG. Eg veit, at tað eru kirkjusóknir, ið fegnar vilja sleppa til verka. ?At stuðla upp undir samfelagsgagnligt og sjálvboðið mentanarligt virksemi, kann bara vera av tí góða. Tá tað harumframt kann vera við til at seta ferð á eina byggivinnu, sum hevur tað ógvuliga svárt, so kunnu vit bara vóna, at Løgtingið fer at taka undir við uppskotinum.

Helena Dam á Neystabø, ?Landsstýriskvinna í mentamálum