Hvalbingar og sumbingar fáa pengar
Framhaldssøgan seinastu dagarnar um bakkaverjuna í Sumba og grótkastið í Hvalba hevur nú seinnapartin í dag tikið eina nýggja nevnd.
Tí nú hevur Rættarnevndin hjá Løgtinginum kúvent og er nú púra samd um at hvalbingar skulu fáa 900.000 krónur í endurgjaldi fyri at umvæla grótkastið, sum fór í Kyndilsmessuódnini í 2008.
Hetta var triðju ferð, at Rættarnevndin viðgerð málið. Tær báðu fyrru ferðina vildu umboðini fyri samgonguna ikki játta hvalbingum endurgjald fyri umvælingina, hóast Skálavík fekk endurgjald fyri skaðan, sama ódnin elvdi til har.
Men nú hava tey broytt støðu, tí nú er nevndin samd um, at Løgtingið eigur at játta Hvalbiar kommunu 900.000 krónur í endurgjaldið.
Løgtingið fer at taka endaliga støðu seinni í dag, men sum landið nú liggur, er lítið og onki at ivast í, at tað verður samtykt.
Somuleiðis vildi umboðini fyri samgonguna í Fíggjarnevndini ikki játta 800.000 krónur so at bakkaverjan kann umvælast.
Men beint nú, áðrenn málið skal samtykkjast endaliga, hava tingfólk úr samgonguni eisini broytt støðu í hesum máli, tí nú mæla fýra tingfólk úr samgonguni, Jenis av Rana, Brandur Sandoy, Kristianna Winther Poulsen og Eivin Jacobsen, Løgtinginum til at samtykkja, at 800.000 krónur verða settar av til bakkaverjuna.