HB spælir í dag, B36 spælir í morgin Kappingarskráin í vodafonedeildini hevur lagað seg soleiðis, at bæði HB og B36 hava heimadyst á ovara vølli í Gundadali hetta vikuskiftið.
Í dag klokkan 15 tekur HB ímóti uppflytarunum hjá 07Vestur. Bæði HB og 07Vestur tapti teir innleiðandi dystirnar í vodafonedeildini. HB tapti 1-2 ímóti NSÍ, meðan 07Vestur tapti 0-3 ímóti B36 á heimavølli.
Sunnudagin klokkan 15 tekur B36 ímóti B71 á ovara vølli í Gundadali. B71 upplivdi eitt satt skrædl í tí fyrsta umfarinum, tá teir taptu 0-6 ímóti KÍ á Argjum.
Sunnudagin verða tveir aðrir dystir í vodafonedeildini. Klokkan 15 tekur ÍF ímóti EB/Streymi á Fløtugerði í Fuglafirði. Klokkan 16 verður hátíðarløta í Klaksvík, tá 107 ára gamla fótbóltsfelagið aftur spælir heimadyst á heimavølli á Djúpumýru.










