Nú er vøllurin í Gundadali blivin klárur, og tí er klárt hjá teimum báðum havnarfeløgunum, HB og B36, at fara í eldin aftur á heimavølli. Um vikuskiftið blivu báðir heimadystirnir hjá hesum feløgunum útsettir, men nú er klárt at fara í gongd við hesar.
Í kvøld skal HB so í eldin á nýggja undirlagnum í Gundadali, tá teir taka ímóti AB. Gongdin hjá hesum báðum feløgunum var ikki tann besta undan summarsteðginum, og tí skulu bæði feløgini royna at broyta hesa gongdina eftir steðgin.
HB, sum av mongum var mett at vera besta boðið upp á ein føroyameistara undan kappingarbyrjan, hevur bert fingið fýra av seinastu 15 møguligu stigunum. Í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið og í evropeisku dystunum hevur HB tó víst rættiliga gott spæl, og tí er líkt til, at teir eru á rættari kós.
Hjá AB sá heldur ikki so gott út undan steðginum. Sjálvt um spælið til tíðir var gott, so endaðu síðstu tríggir dystirnir við tapi, og hetta ger, at teir nú liggja átta stig frá bjargingini við einum færri dysti enn KÍ. AB hevur tó víst, at teir kunnu spæla upp ímóti øllum hinum liðunum í Formuladeildini, og seinasti dysturin, teir vunnu, var ímóti B36, sum liggur á øðrum plássi, so kanska teir eisini fara at leypa ein hvøkk á HB.
HB uttan liðskiparan
Hjá HB er tað sjálvandi ein dyggur smeitur, at liðskiparin, Jákup á Borg, ikki verður við. Hann hevur leingi drigist við ein skaða, og úr HB verður sagt, at teir vilja hava Jákup ordiliga kláran, áðrenn teir senda hann í dyst aftur. Harafturat er Marcin Dawid ivasamur til dystin, men Tróndur Vatnhamar hevur tó víst seg sum ein góðan avloysara hjá honum.
Sjálvt um tey nógvu stigini ikki er komin á kontoina síðstu dystirnar, so er Páll Mohr Joensen hjá HB tó ikki so ónøgdur við gongdina síðstu dystirnar.
- Tað hevur gingið væl hjá okkum síðstu dystirnar í mun til fyrr í ár. Í fleiri dystum hava vit klárað at hildið málið reint, so eg haldi, at tað sær ljóst út.
Hann letur heldur ongan iva vera um, at teir ætla sær at vinna dystin ímóti AB.
- Vit kunnu so at siga staðfesta, at meistaraheitið er farið, men vit ætla tó at stríðast tað, ið eftir er av árinum, og vit ætla heilt víst at vinna dystin ímóti AB í kvøld.
AB vantar eisini liðskiparan
Tað er ikki bara HB, sum vantar sín liðskiparan. Tað er eisini dyggur smeitur fyri AB, at Fróði Clementsen ikki verður tøkur til dystin. Hann hevur verið úti í nakrar vikur við einum skaða, sum hann fekk í landskappingardysti í Klaksvík fyrst í juli.
Annars sær gott út við fólki í AB til dystin ímóti HB, og venjarin, Sigfríður Clementsen, sigur, at teir fara eftir sigrinum í Gundadali.
- Ja, vit fara heilt víst eftir teimum trimum stigunum í Gundadali. Vit liggja jú niðan fyri niðurflytingarstrikuna, so vit skulu hava stig.