TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr upptaktssamrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum og Niklas Højgaard Hanusarson hjá H71 í SportBoxini á FM1 seinnapartin.
Klokkan 20 leygarkvøldið skulu H71 og Neistin spæla 5. og seinastu FM-finaluna í Hoyvíkshøllini. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.
Teis Horn Rasmussen og Niklas Højgaard Hanusarson peika báðir á mótstøðuliðið tá talan er um favorittleiklutin í 5. FM-finaluni í Hoyvíkshøllini í annaðkvøld.