Spælummæli
Leygardagurin var dagurin, har nýggja føroyska fótbóltsspælið, PILA, fyrstu ferð var at fáa til keyps, og nógv vóru tey, sum høvdu leitað sær á Torgið í SMS, har stórsligið tiltak var stáplað upp á beinini.
Tað, sum kanska hevði størsta áhugan millum mongu børnini, sum vóru til staðar, vóru sjálvsagt Tosi Jónsson og tveir av av liðfeløgum hansara, Diego Tur og Pascal Simpson, sum vóru hjástaddir, og autografarnir, sum vórðu skrivaðir vóru heilt nógvir í tali.
Kappast ikki við telduna
Hóast hetta soleiðis var við til at økja um áhugan fyri tiltakinum, so skest heldur ikki burtur, at áhugin fyri PILA spælinum eisini var heilt stórur. At føroysk spøl verða givin út, er so avgjørt ikki á hvørjum degi, og spurningarnir til teir báðar uppfinnararnar, Magnus og Súna Egholm, vóru eisini heilt nógvir í tali.
Sjálvir ivast teir báðir ikki í, at spælið hevur eina lovandi framtíð, og tað skal eisini verða sagt beinanvegin, at spælið so avgjørt hevur sínar møguleikar.
Tá tosað verður um fótbóltsspøl í dag, so hugsa tey flestu kanska um teldutøka Champinship Manager ella FIFA-2002, men PILA eigur so als ikki at metast sum ein kappingarneyti til hesi, tó at talan her eisini er um spøl, sum hava við fótbólt at gera.
Á alnetinum
Heldur eigur PILA at síggjast sum ein kappingarneyti til tey sera væl umtóktu borðspølini sum eitt nú talv og backgammon, sum - hóast uppfinningin er elligomul ? hava yvirlivað teldukollveltinga, sum er farin fram innan spæl-heimin seinnu árini. Ikki minst orsakað av teirri sannroynd, at spølini eru fram úr væl egnað til alnetið.
At rokna við, at PILA alt fyri eitt verður at finna á heimasíðuni hjá Yahoo-games, er kanska at taka dekan ov rívan til, men tað tykist sum um størsta fyritreytin fyri, at eitt borspæl skal standa seg í dagsins kapping er, at spælið eisini kann nýtast á teldu. Tað kann PILA, og fyri framtíðina hjá spælinum var tað tí eisini gleðiligt at frætta, at ein teldutøk útgáva av spælinum er ávegis.
Fjølbroytnið er høvuðsæðrin
Ein fullkomin gjøgnumgongd av PILA verður helst ov tungt at gera á hesum síðum, men skal takast samanum, so kann ikki annað enn staðfestast, at fjølbroytnið í spælinum er so avgjørt størsti fyrimunurin.
Fyri at halda samanberingina við talv og backgammon við líka, so kann á ein hátt sigast, at PILA er ein blanding av hesum báðum. Her hevur tú einfaldar spælireglur, soleiðis sum tú hevur tað í backgammon. Torførasta av hesum er kanska reglan um rangstøðu, so kanska kundu dómaratríbólkar eisini havt sína vetrarvenjing við spælinum. Hinvegin standarstøðurnar eru so nógv færri í PILA í mun til backgammon. Ja, kanska fleiri enn í talvi, og hetta ger, at tú ongan tíð kemur at spæla tvey spøl, sum eru eins.
Júst sum í talvi er tað av avgerandi týdningi, at fólkið verður flutt á skynsaman hátt, men í mun til talvið, ber ikki til at seta mótstøðuna heilt skák í mát. Hetta tí tilvildin eisini sleppur at ráða í ávísan mun. Terningar skulu jú nýtast, tá skot móti málinum og taklingar skulu avgreiðast, og tó at sannlíkindini fyri einum hepnum útfalli av hesum broytast ? alt eftir støðuni á vøllinum ? so kanst tú jú ongan tíð kenna teg heilt tryggan við terningunum.
Hetta fjølbroytni viðførir so eisini, at PILA í veruleikanum er eitt spæl fyri allar aldursbólkar. Dugir tú mannagongdina ? og hon er einfaldari enn í talvi ? so kanst tú spæla við, men hóast spælið soleiðis er sera lætt, so er tað kortini so sera torført, og júst hetta er kjarnin, sum tryggjar undirhaldsvirðið í spælinum.










