Bæði fjálgari og kalt at vera samkyndur

Tey samkyndu eru bæði hørm og ill um tónan í kjakinum. Hinvegin fegnast tey um, at evnið verður umrøtt eftir at hava verið fortrongt í nógv ár. Tað stendur at lesa í uppgávuni um samkynd hjá Elini Mortensen

Samkynd
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com

- Eg gjørdist frá mær sjálvum, tá tað gjørdist greitt, at vit ikki fingu innivist í revsilógini. Eg haldi politikararnir eru nøkur neyt.

Tað kemur valla óvart á nakran, at tey samkyndu gjørdust vónbrotin av, at uppskotið hjá Finni Helmsdal og Annitu á Fríðriksmørk ikki bleiv samtykt í fjør. Í uppgávu síni hevur Elin Mortensen eisini gjørt samrøðu við fýra samkynd úr Føroyum, og spurt tey, hvat tey halda um kjakið í Føroyum.

Tey siga seg bæði vera vónbrotnan, men gleðast eisini samstundis um kjakið.

Atfinningarnar
Tey fýra gjørdust bæði hørm og óð um tónan í kjakinum. Teir løgtingslimir, sum atkvøddu ímóti, verða lýstir sum láturligir, primitivir og óvitandi. Føroya Løgting verður eisini mett at vera eitt amatørparlament, sum tey málbera seg.
Víst verður á, at tað er bara teir heilt konservativu kristnu politikararnar í løgtinginum og Miðflokkinum, sum tú veitst, hvar tú hevur, tá kjakast verður um støðuna hjá teimum samkyndu í Føroyum. Restin eru nakrar hosur, sum ikki tora at taka eina sjálstøðuga støðu, men renna aftaná, har veljararnir eru, halda tey.
Øll fýra taka Miðflokkin burtur úr rúgvuni. Ilskast verður um, at flokkurin sigur tað er fyri teirra egna besta, at uppskotið ikki bleiv samtykt, tí innast inni ynska tey at verða frígjørd frá teirra homoseksualiteti, sum Miðflokkurin málber seg. Ein av persónunum, sum samrøða er gjørd við, sigur, at Miðflokkurin hevur bjóðað teimum samkyndu at fara til Toronto fyri at lekja tey frá teirra sjúku.
Tey smírast eisini eftir flokkinum.
-Tað var onkur sum segði, at varðveita vit ikki virðingina fyri Gudi, so fer Gud ikki longur at vælsigna Føroyar og føroysku fiskivinnuna. Við øðrum orðum lata vit tey samkyndu hava tað gott í Føroyum, so missa vit fiskin av grunnunum [...] Also hvussu langt út kann eitt kjak fara, verður spurt.

Stuðul
Hóast tey kenna seg traðkaðan á, so eru tey tey fýra kortini fegin um kjakið. Tey fegnast um, at fólk verða noydd at taka støðu til eitt mál, sum nærum hevur verið forboðið at tosa um í Føroyum. Tey halda, at tað er lættari at liva sum samkyndur í Føroyum í dag enn fyri 10 árum, tí tá tordi eingin at taka evnið upp. Tey kenna seg eisini at hava ein stóran stuðul í Føroyum, og stuðulin gevur teimum eina vón um eina bjartari framtíð fyri samkynd í Føroyum.
Persónarnir, sum samrøðurnar vórðu gjørdar við, vóru millum 26 og 33 ár. Talan var um tvær kvinnur og tveir menn. Tvey teirra búgva í Danmark, meðan hini bæði búgva í Føroyum.