Bæði ferðaðust um strikuna

Fyri fyrstu ferð í ár er ÍF oman fyri niðurflytingarstrikuna. Mánakvøldið vunnu teir á Skála, sum eftir tvey ár í toppinum nú aftur er at finna í botni

Fótbóltur

Skálamenn fingu annars eina dreymabyrjan. Fuglfiriðingar mistu bóltin mest sum alt fyri eitt, eftir at hesin var givin upp, og so gekk tað skjótt fyri seg. Bogi Gregersen gjørdist púra leysur, og tó at Karsten Joensen bjargaði royndini, so kundi Bjarni Jørgensen stúta returin í manntóma málið til 1-0.
Og restina av fyrra hálvleiki sat Skála væl á dystinum. Fleiri ferðir gjørdist talan eisini um góðar møguleikar, men ein stórspælandi Karsten í ÍF-málinum helt tó gestunum í dystinum.

Góður moralur
Við verandi støðu á stigatalvuni og við vánaligu byrjanini í huga, so er einki løgið, um viðhaldsfólk hjá ÍF óttaðust, at liðið skuldi fara niður við nakkanum.
Hetta hendi tó ongantíð. Sum dysturin leið, so megnaði ÍF eisini at leggja eitt ávíst trýst á Skála, og tá møguleikin beyðst, so megnaðu teir eisini at avgera dystin. Gott korter fyri leiklok megnaði Høgni Zachariassen at beina bóltin í málið eftir hornaspark, og fáar minuttir seinni smekkaði innskifti Dánjal Pauli Højgaard bóltin í meskarnar. Valda Filipovic tóktist ikki vera alt ov tryggur í hesi seinastu støðuni, men tað løgdu fuglfirðingar líka í. Teir striddust av øllum alvi seinastu 10 minuttirnar, og so var fagnaðurin stórur, tá dómarin hevði bríklsað seinastu ferð.

Skiftu pláss
Úrslitði bar við sær, at liðini ferðaðust hvør sín veg um strikuna, og so kundi fagnaðurin hjá ÍF valla verið størri. Tapið fyri VB/Sumba í sætta umfarinum tóktist tá nærum vera mønustingurin hjá liðnum. Men heldur enn at fella í fátt, hava fuglfirðingarnir reist seg síðani hetta, og verður ferðin í stigasavnanini hildin, kemur niðurflyting ikki upp á tal.
Hjá Skála er støðan nakað nógv øðrvísi. Enn er knúsandi sigurin á VB í triða umfarinum einasti tann einasti, sum liðið hevur vunnið, og tað verður ikki nóg mikið í longdini.
Skaðar í langar banar hava tó eisini gjørt sína ávirkan, men nú røkist spakuliga fyri, at lyklaspælarar aftur eru tøkir. Pauli G. Hansen var hesa ferð við frá byrjan, og í steðginum varð Jónhard Frederiksberg sendir á vøllin.
Tørvur er tó eisini á øllum kreftum, tí við tapinum endaði Skála niðanfyri strikuna, sum teir mest sum ikki hava ansað seinastu tvey kappingarárini. Hinvegin, so er munurin upp ikki somikið stórur, at tørvur enn er á einum veruligum Skála, sum liðið jú eisini megnað seg at duga so væl.