Bæði fólkatal og skattainntøkur veksa

Tað er góð gongd í, bæði í fólkatali og skattainntøkum hjá Nes kommunu.

Fólkatalið í Nes kommunu hin 1. juli í ár er 1260, sum er 23 fólk fleiri enn 1. januar í ár - ella fyri hálvum ári síðan. Hetta svarar til ein vøkstur á 1,9 prosent.

 

- Skattainntøkan í Nes kommunu fyrsta hálváar í ár var 19,3 miljónir krónur, sum er 1,9 miljónir meira enn í fyrsta hálvári í 2015. Hetta svarar til ein vøkstur á 10,9 prosent.

 

Í Nes kommunu vita tey at siga, at fólkatalið í kommununi ongantíð hevur verður so stórt, sum tá uppgjørt varð hin 31. desember í 2009. Tá búðu 1268 fólk í kommununi.

 

Síðan minkaði fólkatalið í nøkur ár, og hin 31. desember í 2013 var tað komið niður á 1212.

 

- Fólkatalið hevur síðan verið veksandi aftur, og hin 1. juli í ár - sum var í gjár - vórðu sum nevnt 1260 fólk skrásett at búgva í Nes kommunu, verður lagt aftrat.