Hondbóltur
Við hvør sínum sigri á Stjørnuni eru bæði VB og Neistin í toppformi. Sunnudagin skulu tey stríðast um tað, sum alt meira líkist oddasessinum í grundspælinum, og tó at hesin í sjálvum sær ikki gevur tað heilt stóra, so leggja liðini stóran dent á at vinna.
- Sum skipanin er, so kann ein sigur í grundspælinum ikki brúkast til tað stóra. Men fyri moralin og sjálvsálitið hevur hetta sera stóran týdning fyri okkum, sigur Egil Steintórsson, sum í vetur venur VB-kvinnurnar.
Hóast nakað av útskifting hevur verið í hópinum, so hava úrslitini hjá VB higar til verið góð, og Egil heldur, at hetta kunnu tey avgjørt byggja víðari á.
- Vit taptu móti Neistanum og StÍF tíðliga í vetur, men síðani hevur gingið støðugt framá. Eg veit væl, at liðið er viðbrekið fyri skaðum, men soleiðis vil tað altíð vera, sigur Egil.
Sunnudagin er VB-liðið tó ikki skert. Egil sigur, at hóast onkrir smærri snuddir eru, so eru allar á liðnum tøkar.
Og eisini hjá Neistanum er sjálvsálitið í toppi. Ikki minst tykist sigurin á Stjørnuni týskvøldið at hava lyft liðið, og tær siga seg vera til reiðar at fara eftir øllum, nú tær skulu til Vág.
Einasta ivamálið í hópinum er Nicoleta Radu Hansen. Hon hevur havt ein lítlan knæskaða at dragast við, men tá vit frættu úr Neistanum hóskvøldið, varð tó roknað við, at hon verður á liðnum sunnudagin.










