NSÍ boðar í kvøld á heimasíðu síni frá, at felagið hevur styrkt seg í álopspartinum.
Felagið hevur nevnliga gjørt avtalu við Búa Egilsson, ið kemur til felagið frá Suðuroyingum, har hann hevur spælt 78 dystir í bestu deildini.
NSÍ skrivar á heimasíðu síni, at felagið er fegið um at fáa Búa Egilsson til Runavíkar, og vísir á at hann hevur drúgvar royndir í bestu deildini, hóast ungan aldur.
Búi Egilsson, ið fylti 23 ár herfyri, hevur gjørt tvey ára sáttmála við NSÍ