Bæði brúk fyri stigum

Hóast EB/Streymur hyggur uppeftir og ÍF hevur hug at hyggja aftur um seg, eru liðini, sum í kvøld møtast við Margáir, felags um at hava brúk fyri trimum stigum

Vøllurin við Margáir í Streymnesi verður í kvøld klokkan seks karmur um eina av mongum uppgerðum millum EB/Streym og ÍF í ár. Upp­runa­liga skuldi hesin dysturin verið spældur fyrst í august, undan steypa­finaluni millum somu lið, men mátti av serligum umstøðum útsetast.
Allíkavæl fer aftur nú at gera seg galdandi, at talan verður mestsum um dupultuppgerðir, tí longu sunnu­dagin møtast somu lið aftur í Fugla­firði. So helst ber til at siga, at tey hvørt í sínum lagi kunnu koma at av­gera lagnuna hjá bæði sær sjálv­um og mótpartinum.
Undan dystinum er EB/Streymur triðfremst, men kann við sigri yvirhála Víking og leggja seg bara tvey stig aftan fyri oddaliðið, B36. ÍF er hinvegin á sætta plássi, men kann við sigri taka seg enn eitt stórt fet frá botninum og gerast nummar fimm, bara fýra stig aftan fyri NSÍ á fjórða plássi.
Tað, sum kanska kann vera eitt sindur ironiskt, er tann veruleiki, at ÍF hevur tvey í at velja, um liðið byrjar at hyggja uppeftir. Annað­hvørt skal ÍF sjálvt vinna seg upp á fjórða pláss, og um tað ikki eydn­ast, so skal EB/Streymur verða føroya­meistari, fyri at ÍF kann fáa eitt Europa League-pláss næsta ár. Tað vil siga, at samstundis sum ÍF hevur brúk fyri stigunum fyri at tryggja seg í Vodafone-deildini, fær ÍF í europeiskum høpi fyrimun av, at EB/Streymur fær stigini…

Bæði vilja vinna
– Vit fara altíð á vøllin fyri at vinna, og so verður eisini í kvøld, tí um vit skuldu latið EB/Streym vunn­ið, kundu vit akkurát tað sama gjørt okkurt annað. Dysturin er javn­ur, tá hann fer í gongd, so vit byrja við einum stigi, sigur Bartal Eliasen, sum er ein av royndaru spæl­ar­unum hjá ÍF, ið tó hevur stóra virð­ing fyri mótstøðuni.
– EB/Streymur hevur eitt øgiliga gott lið, sum mann til mann kanska er tað besta liðið í Føroyum, men spæla vit sum ein eind, kunnu vit saktans spæla teimum eitt puss, og tað ætla vit eisini.
Venjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham, hevur latið sínar spælarar tikið tað eitt sindur av løttum, síðani teir sunnudagin vunnu oddadystin í Gundadali og tóku eitt týðandi stig nærri oddasessinum, og nú er tað so ÍF, sum er á skránni.
– ÍF er ongantíð eitt lætt lið at spæla ímóti, tí fuglfirðingar hava eitt fínt lið. Tá kappingin byrjaði, taldust teir millum favorittarnar, so at teir nú hava fingið nøkur góð úrslit, er ikki annað enn tað, at nú traðka teir í karakter. Men vit fara sjálvandi á vøllin fyri at vinna, sigur Heðin Askham, ið kann frøast um, at Sorin Anghel verður tøkur, eftir at hann ikki var við sunnudagin ímóti B36, tí hann var skaddur.