Tað er møguleiki fyri, at annar parturin á Tórsvølli seinnapartin fer at stórfegnast og hin at vera vónbrotin. Tað er eisini møguleiki fyri, at báðir partar vera vónbrotnir.
Felags fyri bæði B36 og NSÍ er, at tá ið dagsins dystur er av, eiga tey eyka møguleika at vinna seg í Europa næsta summar. Bæði liðini fara í næstu viku at spæla í steypakappingini.
Um tað í dag skal eydnast øðrum liðnum at vinna seg í Europa valdast eisini úrslitið í Klaksvík. Tað er greitt, at tað bara verður, um annað liðið í Gundadali í dag vinnur øll stigini, at silvurkrónur og atgongumerki til at spæla í Europa kunnu verða veruleiki.
Hjá B36 eru fýra spælarar, sum fyrr í ár hava verið í verjuni, skaddir. Talan er um liðformannin Andrias H. Eriksen, Bjarna Petersen, Hugin Samuelsen og Erlend Magnusson.
Hjá NSÍ kemur tað sera væl við, at Petur Knudsen er tøkur aftur eftir at hava verið leikbannaður. Bárður J. Hansen og Salmundur Bech eru framvegis skaddir.