Kanningarnar av málinum um trolbátin Búgvan, sum antin sakk ella varð søktur á Skálafjørðinum fyri næstan fýra árum siðan, eru lidnar, og í heyst kemur málið fyri rættin.
Politiið hevur skuldsett mannin fyri at hava søkt bátin út fyri Skipanesi.
Eigarin sleipaði bátin inn eftir fjørðinum, og hann upplýsti tá, at ætlan hansara var at sleipa bátin inn í Skálafjørð, har báturin skuldi høggast upp.
Men vegna illveður ætlaði hann at leggja bátin fyri náttina á Skipanesi. Tað fekk hann ikki loyvi til frá havnamyndugleikunum í Runavíkar kommunu, fór út frá landi aftur, og tá sakk Búgvin.
Havnamyndugleikarnir fingu beinanvegin illgruna um, at báturin varð søktur við vilja, og tað heldur politiið eisini.
Ákæruvaldið hevur skrivað ákærutitið, sum er latið rættinum.
Kravið er, at eigarin verður dømdur fyri brot á havumhvørvislógina, og at hann syrgir fyri at fáa vrakið tikið uppaftur.









