Trolarin Búgvin mátti sunnumorgunin heita um hjálp, eftir at skipið hevði fingið trolposan um skrúvuna. Tað skrivar Vørn á síni heimasíðu.
Búgvin var staddur í Geirðanum, sum er eitt øki í landnyrðing úr Fugloynni, tá heitt var á MRCC um at fáa onkran at sleipa trolaran til lands.
Tað var um fýra tíðina, at MRCC fekk fráboðanina, og longu klokkan átta var Brimil, ið lá við kai í Fuglafirði, úti hjá Búgvanum. Brimil setti fast á Búgvan, og sjey tímar seinni, klokkan 15, kom Brimil til Klaksvíkar við skipinum.