Búgvið á flakavirkinum

Norðurfisk hevur nú tikið avleiðingarnar av vánaligu gongdini í fiskivinnuni, og hevur bygt flakavirkið í Árnafirði um til íbúðir til ferðavinnuna Tungt er at fáa hjólini at mæla í okkara høvuðsvinnu, og tað hevur nú ført til, at eitt av flakavirkjunum í landinum ikki longur virtkar sum fiskavirki.

Talan er um flakavirkið í Árnafirði. Norðurfisk hevur skift »branchu« og er farið inn í ferðavinnuna í staðin fyri fiskivinnuna. Hetta er gjørt við at flakavirkið er bygt um til íbúðir til ferðavinnuna.

Flakavirkið Norðurfisk læt aftur í 2005, og harvið stóðu 20 fólk uttan arbeiði. Nú er øll yvirhæddin bygd um til íbúðir.

Talan er um tríggjar snotiligar íbúðir, hvør við fýra seingjarplássum. Íbúðirnar eru ætlaðar fremmandum ferðafólki eins væl og føroyingum, sum vilja ferðast í egnum landi.

Íbúðirnar verða leigaðar út gjøgnum skrivstovuna hjá Norðurfisk, kunningarstovurnar og Greengate, sigur Norðurfisk í tíðindaskrivi.