Búgvi bardi gullið heim

Føroysku judomenninir hava gjørt tað sera gott á Oyggjaleikunum higartil. Í einstaklingakappingunum hava føroysku judomenninir kappast um heiðursmerki í flestu av vektbólkunum.

 

Í dag vann Búgvi Poulsen gull í vektbólkinum -66 kilo, og har var eingin í nánd av at fella føroyingin.

 

Føroyar vunnu eisini tvey bronsumerki í dag, og nú hava judomenninir samanlagt vunnið tvey gullmerki, tvey silvur og fýra bronsu.

 

Mikudagin kappast judomenninir í liðkappingini.

2 bronsu