Íbúgvarnir sleppa ikki heimaftur

Tað tekur bert 8-9 minuttir hjá eini nýggjari flóðaldu at raka Nuugaatsuaq - og 12 minuttir at raka Illorsuit.

- Tað hevði verið ábyrgdarleyst at latið íbúgvarnar í Nuugaatsiaq og Illorsuit flutt heim aftur í sínar bygdir og bústaðir.

 

Tað segði formaðurin í Naalakkersuisut, Kim Kielsen, á tíðindafundi í dag.

 

Hetta er eisini áskoðanin hjá grønlendsku tilbúgvingarnevndini sum heldur, at tað er ov vandamikið fyri íbúgvarnar at flyta aftur til hesar bygdir, soleiðis sum støðan er.

 

Sum kunnugt, stendur ein partur av fjallinum á leiðini, har fyrra lopið var, og hóttir við at fara í havið.

 

- Leypir hetta fjallið eisini, kunnu vit fáa eina nýggja flóðaldu, og ávaringartíðin til hesar báðar bygdirnar er ov stutt, sigur formaðurin í Naalakkersuisut, Kim Kielsen.

 

Í Grønlandi verður roknað við, at skuldi eitt nýtt omanlop ført til eina flóðaldu, tekur tað bert einar 8-9 minuttir, til flóðaldan rakar Nuugaatsuaq.

 

Roknast kann við, at ein flóðalda av hesum slag kann gerast einar 5-10 metrar høg.

 

Lagt verður aftrat, at flóðalda, sum stendst av møguligum omanlopi í nevnda fjalli, hevði rakt Illorsuits eftir 12 minuttum.

 

Í løtuni finst eingin ávaringarskipan í økinum, sum kann tryggja íbúgvarnar, um ein nýggj flóðalda kom, og ringast vildi til í bygdunum, Nuugaatsiaq og Illorsuit.