Búgv himmalskt - í eini kirkju

Tað er ikki á hvørjum degi, at kirkjur eru til sølu, men í Svøríki er nú ein kirkja, sum er bygd í 1938, til sølu. Boðið er ein góð hálv miljón svenskar krónur. Kirkjan liggur norðanfyri Uddevalla, millum Strømstad og Gøteborg.

Hóast kirkjan bæði hevur kirkjutorn, orgul og prædikustól, er slett ikki óhugsandi, at hon kann gerast bústaður ? ella summarhús.

Tað eru tvær meinigheitir, sum eiga kirkjuna, og tær siga seg eiga so nógvar bygningar, at tær noyðast at selja burtur av.

Meklarin, Anna Brunnsby, sigur, at rímiliga stórur áhugi hevur verið fyri kirkjuni, og hægsta boð er í løtuni ein góð hálv miljón svenskar krónur.

Spurningurin um fólk, sum keypa kirkjuna, eisini kunnu gera sær bústað her, er ikki endaliga avgeiddur, tí her hevur kommunan sítt orð at siga.

Í greinini, sum er at lesa í VG, er tó einki, sum bendir á, at kirkjan ikki kann gerast bústaður.