Síðsta týskvøld vóru nakrir bóghvítuhvalir beint út fyri bygdini í Leirvík. Tað vóru menn, ið vóru á floti hetta kvøldið, sum sóu hesar hvalirnar.
Tá menninir á bátinum komu beint út um havnalagið, sóu teir einar fimm bóghvítuhvalir, sum spældu sær í sjónum.
- Tann eini hvalurin var innanfyri grótkastið í Leirvík, har smádreingir plaga at rógva í gummibátum. Hetta kvøldið var gott veður, og kanska var tað heppið, at smádreingirnir hetta kvøldið ikki spældu sær á vánni.
Úr Leirvík verður sagt, at hesin eini bóghvítuhvalurin tóktist rættiliga næskur, og ivaleyst var tað heppið, at eingin gummibátur var á floti hetta kvøld.
Myndina, sum vit prenta saman við hesum greinastubbanum, tók annar av monnunum, sum var í bátinum í Leirvíksfirði hetta kvøldið.