Íbúð fyri 50 milliónir

?So kostar viðlíkahald og matur eyka

VITJAN

Gott at einki hekk fast í skónum, hugsaði eg. Tað er ikki hvønn dag, at tú sleppur at trína á sovorðið. Íbúðirnar umborð á The World eru allar vakrar. Tær eru í fimm støddum og innrættaðar av fýra ymiskum designarum. Prísirnir eru frá 17 mió til 57 mió! Hendan, vit eru í, kostar góðar 50 milliónir at keypa. Rættari sagt er talan um 50 ára langt leigumál. Fyri tínar 50 milliónir fært góðar 200 fermetrar við reinum. Hendan íbúðin, sum snotuliga og væl orðaða kvinnuliga umboðið vísir mær runt er tann næst størsta av teimum fimm, bólkur D. Har eru trý sovikømør, trý baðirúm við øllum hugsandi hentleikum, stór stova, steroe, video og sjónvarps, stórur nýmótans køkur og so er eisini ein terassa, sum dekkar alla longdina av íbúðini. Tað er stutt sagt reinur luksus.
Kvinnuliga umboðið, sum hevur fingið til uppgávu at vísa mær runt, greiðir mær frá, at hetta er fyrsta skipið, sum sovorðnar køkar á kømørunum. Køkurin hevur allar hentleikar. Hetta við øllum hentleikum kann í roynd og veru nýtast í hvørjum einasta frágreiðandi setningi um kømørini og The World.
Eru 50 milliónir til at liva við fyri eitt hálvtrýs ára leigumál, so mást tú eisini finna teg í, at tú skalt gjalda fyri viðlíkahald av kamari og skipið. Hetta gjald varð ikki upplýst, men neyvan er talan um nakra lítla upphædd. Afturat hesum kemur so at tú, sum búgvandi gestur, skalt gjalda fyri alt, tú keypir, etur og drekkur.
110 íbúðir eru umborð, og enn eru nakrar eftir.