Í hesum døgum er áhugin hjá fólki at fáa ráðgeving um orkusparing rættiliga stórur.
Í dag vóru tað so sjey búfólk á Rásini í Saltangará, sum vitjaði Sev, har tey hittu orkuráðgevaran, Kristionnu Rein, at fáa góð ráð um orkusparing.
Rásin er stovnur fyri ung í aldrinum 18-27 ár við menningartarni. Stovnurin fór undir sítt virksemi í 2005.
Saman við teimum sjey búfólkunum vóru leiðarin, Morten Hust Petersen, og námsfrøðingarnir, Laila Weihe og Jórun á Líknargøtu, við á Havnarferðini.
Á stovninum starvast annars fimm fólk.
Her eru tey avmyndað uttanfyri høvuðssætið hjá Sev á Landavegnnum.