Frá heilt ungum hava lands- og býráðspolitikarar tosað um at byggja bíligar eigara- og leiguíbúðir.
Húsalánsgrunnurin fekk uppgávuna til við ískoytisfígging at stuðla føroyskum einstaklingum og familjum at seta fót undir egið borð.
Tað gjørdi góðan mun hjá mongum, men almennu byggi- og lánstreytirnar førdu eisini til einsháttað byggisnið og húsastøddir.
Tí hevur føroyski húsamarknaðin ov mong hús í 2-3 hæddum og ov fá smærri, bílig hús hús til ung fólk, pensjonistar og ikki minst einstaklingar.
Nú er Húsalánsgrunnurin broyttur til Bústaðir, sum bert byggir leiguíbúðir, ið kosta 8-9.000 kr um mánaðin. Onkuntíð meira enn tað.
Nógvar leiguíbúðir verða bygdar privat á Argjum, ið eru 1/3 bíligari at leiga enn tær almennu.
Privat bygdar íbúðir verða eisini bygdar eitt nú við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, ið kosta líka nógv sum vanlig sethús fyri bert 5 árum síðan.
Orsøkin er, at eftirspurningurin er enn nógv størri enn útboðið, so ung fólk klára illa at gjalda leigu ella enn verri at fíggja egin hús, ið við grundøki kosta báðumegin 4 mió kr.
Ein vansi við at búgva til leigu er, at Føroyar missa tiltiknu sjálveigaramentan okkara, ið fyrr umfataði 85% av íbúgvum landsins.
Tá ung, einstaklingar og tilkomin fólk ikki hava annan møguleika enn at leiga, má hetta gerðast soleiðis at tey ikki noyðast at gjalda tað sum annars svarar til eiga eina eigaraíbúð. Vansin er at tey freistast tey til at leggja seg á tann sosialistiska koddan fyri vell ístaðin fyri at stríðast fyri at fáa egið tak yvir høvdið. Tí má tað í sjálvum sær geva meining at leiga og tað vil siga bíligari leigubúðeindir.
Tórshavnar býráð má seta 100-tals grundøki í ymsum støddum og við ymsum byggitreytum út á marknaðin, antin seld hvørt sær ella fleiri saman til privatar byggiharrar.
Kommunan skal syrgja fyri vatni, ljósi, kloakk o.ø. tænastum. Stakir eigarar ella eigarafeløg mugu hava ábyrgd av at byggja.
Tað má bera til at byggja støk hús, íbúðarblokkar, raðhús og nógv smærri hús á stykkjum við ymsum treytum og fríøkjum ímillum.
Verði eg valdur í Tórshavnar býráð, fari eg at arbeiða fyri húsum til øll ynski og tørv og ikki bert stremba eftir 'kaninbúrum' ella arkitektoniskum perlum við, sum ein ofta sær, massar av spillplássi.
Rói Snorrason,
Fólkaflokkurin.