Býbussur á skeivari leið

Í morgun var eitt rættiliga ógvusligt ferðsluóhapp í Jónas Broncksgøtu í Havn, har ein býbussur fór av vegnum. Eingin mansskaði hendi, hóast bussurin fór illa

LØGREGLUTÍÐINDI

Rólant Waag Dam

rolant@sosialurin.fo

 

Stutt eftir klokkan tíggju í morgun, kom ein bussur koyrandi niðan eftir Jónas Broncksgøtu. Tá hann kom niðan móti vegamótinum J. Broncksgøta/Hoyvíksvegur, vendi hann ikki, men helt beina leið fram upp á gongubreytina, rendi á grótgarðin og á ein lyktapela, áðrenn hann steðgaði.

Bussurin fekk rættiliga stóran skaða, men eingin mansskaði hendi, sigur løgreglan í Havn. Løgreglan staðfestir eisini, at bussførarin ikki var ávirkaður.

Eini 10-15 metrar av grótgarðinum brotnaði, eins og lyktapelin. Ovarari parturin av lyktapelanum brotnaði av og varð slongdur langt niðan í garðin, har hann fór tvørtur ígnøgnum ein byggipall, sum lá í garðinum.

 

Harðligt nýggjár

Dagurin í dag er fyri mong ársins fyrsti verkadagur, men løgreglan var eisini til arbeiðis nýggjársaftan. Av støðini í morgun verður sagt, at náttin var meiri merkt av harðskapi og fullum fólkum, enn eldskaðum og óhappum av fýrverki.

Millum annað sló ein maður ein løgreglumann. Løgreglan vildi hava ólátaða mannin við sær á støðina, men maðurin hevði aðrar ætlanir. Tað fekk løgreglumaðurin at føla, umframt at maðurin eisini kláraði at bróta ein rút, tá hann var fingin inn í løgreglubilin. Vakthavandi á løgreglustøðini í morgun sigur annars, at tað sum heild hava verið fleiri harðskapsmál um høgtíðina enn vanligt er.

Á løgreglustøðini vóru tað trý fólk, sum gistu nýggjársaftan.

 

Tvey fólk fýrverksskaða

Men hóast fáar fráboðaðar fýrverksskaðar, so veit løgreglan at siga um tveir. Í øðrum førinum var ein persónur innlagdur við rættiliga álvarsligum skaða, men viðkomandi er ikki í lívsvanda. Í Klaksvík festi ein neyðarrakett eld í trolið umborð á Sundaberg. Eldurin varð sløktur beinanvegin, og skaðin var ikki stórur.