B-brøvini hvørva

Sum liður í umskipanini av Postverkinum verður talan um hækkan av postgjøldum. Útbering av lýsingum verður tó bíligari

Postverkið

Allur B-postur hvørvur, og í framtíðini verður talan bara um A-post. Tað fer at merkja hækkandi útreiðslur hja teimum virkjum, sum hava gjørt nýtslu av B-brøvum. Tað ljóðar tó, at Postverkið í framtíðini kann gera seravtalur við størri virki um postflutning.
Innlendis pakkagjøldini hjá Postverkinum hækka við umleið 5%, umframt at meirvirðisgjald nú skal leggjast á hesar sendingar.
Kostnaðurin fyri útbering av tíðindabløðum hækkar við 30%, meðan útberingin av lýsingarbløðum hinvegin lækkar við 6%. Meirvirðisgjald verður tó lagt omaná hetta seinna, men er talan um mvg-skrásettar fyritøkur, so tyngir hetta ikki raksturin kortini.
Hartil verður talan um nakað hægri kostnaðir fyri pengaflutningstænastur og fyri pakkapostgjøld til Danmark, Grønlands og Ísland.
Sum skilst, so er málið hesum viðvíkjandi tó ikki endaliga avgreitt. Nevndin í nýggja partafelagnum hevur nevnliga ikki tikið støðu til ætlaðu broytingarnar, skilst.